Búmerkið hjá felagnum

Um okkum.

Søga

RVtøkni varð stovnað í 2013, í Klaksvík, við tí endamáli at menna og veita el-tænastur til vinnuna. Fyritøkan hevur síðani ment seg til at veita sergjørdar stýringar, automatión og alarmskipanir til bæði alifyritøkur og onnur virki í Føroyum. Í 2023 flutti RVtøkni í nýggj hølir á Stangavegi 23.

Missión

Vit veita dygdargóðar el-tænastur og sergjørdar stýringar til vinnuna, fyri at tryggja ein støðugan og álitandi rakstur hjá okkara kundum.

Vissión

Vit vilja vera ein leiðandi veitari av el-tænastum og stýriskipanum til vinnuna í Føroyum, har vit støðugt mennast og koma við nýhugsan til tøkniligar loysnir.

Virðir

  • Trygd og dygd: Vit seta altíð trygdina og dygdina í hásæti í øllum okkara arbeiði.
  • Álit og álítandi tænastur: Vit eru álítandi og halda okkara lyftir mótvegis kundum og samstarvsfeløgum.
  • Menning og nýhugsan: Vit leggja dent á áhaldandi menning og at finna nýggjar og betri loysnir fyri okkara kundar.

Kundar

Okkara kundar eru í høvuðsheitum alifyritøkur, skip, fiskavirkir og aðrar vinnufyritøkur, ið hava tørv á sergjørdum el- og stýriskipanum. Vit hava eisini kundar hava tørv á vanligari el-installatión, bæði til sethús og vinnubygningar.

Tænastur

Vit veita ráðgeving, projektering, íverksetan og tænastur innan el-innleggingar, stýriskipanir, automatión og alarmskipanir til ídnaðin.