Sjálvvirkandi stýringar.
Vit gera alskyns stýritalvur á okkara verkstaði - bæði rele og PLC stýringar. Stýringarnar verða gjørdar alt eftir hvat kundin ynskir og hevur tørv á.
Vit gera tilhoyrandi tekningar, programmera og byggja talvuna og koma út at seta upp og testa.
Stýringarnar gera vit so brúkaravinarligar sum gjørligt, soleiðis at kundin ikki ivast í hvussu skipanin skal handfarast.