Tænastur.
RVtøkni veitir eina breiða og dygdargóða tænastu - alt frá smærri uppgávum til størri verkætlanir. Vit bjóða millum annað hesar tænastur:
Sjálvvirkandi stýringar
Vit veita snildar og álítandi stýriloysnir, sum sjálvvirkandi stýra pumpum, ljósi, temperatur, ventilatión, maskinum ella øðrum tekniskum skipanum – alt eftir, hvat tørvurin er. Les meira her
SCADA skipanir
SCADA skipanir gera vit fyri at kundin lætt kann handfara og hava yvirlit yvir sína skipan. Les meira her
Alarmskipanir
Vit veita alarmskipanir, sum tryggja at vakthavandi fær boð um alarmar og kann síðani fara aktivt inn og rætta feilin áðrenn tað er ov seint. Les meira her
EL-innleggingar
Vit veita el-innleggingar til bæði privat og vinnu – alt frá nýbygging og umvæling til dagføringar og viðlíkahald. Les meira her
Søla
Vit kunnu hjálpa tær at finna akkurát tær loysnir, ið tær tørvar. Vit standa klár at hjálpa tær við alt, sum hevur at gera við elektriskan útbúnað og tøkni. Tú ert vælkomin at kontakta okkum fyri at fáa meira upplýsingar og ráðgeving. Les meira her
Neyðstreym og UPS
Neyðstreymur og UPS (Óslítandi Streymskipanir) eru avgerandi fyri at tryggja, at tínar skipanir halda fram við at virka undir streymslitum ella óstøðugum streymi. Les meira her
Data-net
Vit veita álítandi og skjótar data-netloysnir, sum tryggja, at tínar skipanir og tól eru væl knýtt saman. Við okkara royndum og førleikum kunnu vit ráðgeva og innleiða data-net, ið hóska til tín tørv. Les meira her