Alarmskipanir.
Vit gera alarmskipanir til skip/bátar og virkir. Skipanirnar verða gjørdar soleiðis at vit forbinda allar alarmar í eina PLC, tað kann vera flot, temperaturir, trýst, niveau, gassir o.a, sum vit síðani vísa á einum SCADA/HMI skermi, har kundin hevur yvirlit yvir støðuna á øllum alarmum og kann stilla alarmgreinsir o.a.
Vit kunnu eisini knýta alarmarnar til eina útringingarskipan, soleiðis at skipanin ringir á telefon hjá vakthavandi um onkur alarmur er.