Hátíðarhald hjá RVTøkni.
Tveir elektrikarar útlærdir og 10 ára starvsdagur
Mánadagin 21. september vóru vit savnaði til eina hugnaliga løtu, har vit høvdu høvi at hátíðarhalda fleiri góð avrik.
Vit ynsktu Andriasi Løwe Sørensen og Rana Kristiansen hjartaliga tillukku við sveinaprógvinum sum elektrikarar. Eftir lokna lærutíð hava teir nú tikið eitt týdningarmikið fet á yrkisleiðini, og vit eru errin av at hava verið partur av teirra menning.
Somuleiðis hátíðarhildu vit Símun í Norðnástovu, sum hevur starvast hjá RVTøkni í 10 ár. Í hesum árunum hevur Símun verið ein virðismikil partur av fyritøkuni, og vit eru sera takksom fyri hansara trúfesti, arbeiðssemi og stóra íkast.
Vit ynskja teimum øllum hjartaliga tillukku og takka fyri teirra íkast til RVTøkni. Vit gleða okkum til nógv góð ár framyvir.
Tillukku til Andrias, Rana og Símun!