Vit leggja stóran dent á at fremja tær bestu og mest framkomnu loysnirnar, tá talan er um, at ein skipan skal koyra væl og lýtaleyst. Vit menna og loysa uppgávur, sum framtíðartryggja ta framleiðslu, ið kundin hevur tørv á.
Vit handa alt frá stórum víðkaðum heildarloysnum til smærri serloysnir, ið eru nýskapandi og haldgóðar. Allir lutir, ið verða nýttir eru av dygd, og hava staðið sínar royndir á vinnuliga marknaðinum.
Mannagongdin at menna hesar skipanir er skipað út frá einum grundarlagi, vit hava ment í mong ár. Vit endurnýta funktiónir og partar av hugskotum, vit áður hava brúkt, fyri at veita eina trygga loysn. Hetta gevur okkum nakrar fyrimunir, ið gera okkum skjótari og bíligari.
LES UM TÆR LOYSNIR, IÐ VIT HAVA MENT:
Vatnreinsiverk:
Vit hava ment eina sjálvvirkandi skipan, ið nøktar tann tørv, ið heilsufrøðiliga starvsstovan setur til drekkivant og (??). Saman við Nomatek byggja vit skipanir um alt landið, har góðska og kundanøgdsemi er í hásæti.
Spillivatnskipan:
Eisini kallað klorskipan, har vatn, ið skal út aftur í náttúruna verður reinsað áðrenn tað verður burturbeint. Vit eru sera errin av tí skipan, vit hava ment til hetta endamálið. Hendan skipanin tryggjar, at alt spillvatn frá virkseminum, ið verður koyrt út aftur í havið, fer væl við umhvørvinum og lúkar tey krøv, ið heilsufrøðiliga starvsstovan setur.
Ávaringar- og loggskipan:
Til skip, alibrúk, virkir ella annað menna vit til júst tað endamálið, ið kundin ynskir. Tað kann m.a vera hitaeftirlit í samband við fiskasølu, har keyparin krevur logg fyri ta vøru, ið hann keypir. Vit eru góðkendir til at byggja ávaringarskipanir til skip, og megna at nøkta eitt og hvørt krav, ið kundin og DNV GL seta.
Fóðurstýring:
Vit hava ment okkara egnu fóðurstýring, sum kann nýtast til eitt og hvørt endamál, har fóðurskamtan skal veitast einum djóri. Á einum skermi tillagar kundin virðir og intervallir. Tú setur krøvini, og vit tillaga til endamálið.
Aðrar skipanir:
Til eina og hvørja tíð megna vit at menna eina nýggja skipan. Tað kann vera alt frá stórum og framkomnum til smærri einfaldar skipanir.
PARTAR AV TØKNI, IÐ VIT NÝTA:
HMI-skermar:
Ein HMI skermur hevur óteljandi møguleikar. Skermurin kann nýtast til at stilla øll tey virði, ið frammanundan er forritað til, til eina og hvørja tíð at kunna broytast, ella at síggja løtubær virði. Ávaringarsentralur kann eisini vera á skemimum, at senda boð víðari til aðra eind, umframt ávaring á telefon ella teldupost. Vit byggja hesar funktiónir upp í plcini, ið síðan samskiftir við skemin og onnur tól. Er tørvur á stórri loysnum, kann ein telda vera brúkt í staðin fyri HMI-skerm.
SCADA:
SCADA er ein stytting fyri Supervisory Control and Data Acquisition. Hetta er ein skipan, ið nýtir teldur, netverk-dátu samskifti og grafiskt markamót á høgum stigi til virkisleiðslu. Tað er ein máti at savna dátu frá teimum ymisku eindunum, ið vera nýttar á einum virki á einum stað til eygleiðing, sum er hent at hava, tá ið talan er um eitt stórt virki ella eina stóra fyritøku, ið hevur virksemi ymsastaðni í landinum. SCADA verður mett at vera ein týdningarmikil miðil til arbeiðisleiðslu og framleiðslu. Aðrar skipanir, ið hoyra undir sama bólk, nýta vit eisini, so sum: Indosoft, Wonderware, Citect SCADA og Factorytalk Rockwell Automation.